Fasti gerðarrættur frídømdi Reiðarafelagið

Fasti gerðarrættur frídømdi Reiðarafelagið
Gøtunes fiskaði av svartkjaftakvotu hjá partafelagnum Hvalnesi, men talan var ikki um, at Hvalnes seldi kvotuna, sigur Fasti gerðarrætturin
Gøtunes fiskaði av svartkjaftakvotu hjá partafelagnum Hvalnesi.
 
23.01.2023 - 08:26

Reiðarafelagið er frídømt í Fasta gerðarrætti.

Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið vildu hava Reiðarafelagið at viðurkenna, at reiðaríið hjá Gøtunesi ikki hevði rætt til at taka søluútreiðslur, 25 oyru fyri kilo, av avrokningini fyri tveir túrar hjá Gøtunesi í desember í 2020.

Gøtunes fiskaði av svartkjaftakvotu hjá partafelagnum Hvalnesi. Partafelagið Desin eigur Gøtunes.

 

Ikki søla

Talan var ikki um, at Hvalnes seldi kvotuna, sigur Fasti gerðarættur.

Fasti gerðarrættur heldur tí, at eingin áseting í sáttmálanum millum manningarnar og reiðararnar er um, at avtalaða gjaldið millum Desina og Driftina, sum leigaði Gøtunes, ikki kann fara av óbýttum, tá Gøtunes í desember 2020 fiskaði av kvotu hjá Hvalnesi. 

Fasti garðarrættur hevur avgjørt, at hvør partur ber sín málskostnað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115