SEV og Minesto víðka samstarvsavtalu

SEV og Minesto víðka samstarvsavtalu
Ætlanin er eisini at fyrireika eitt øki í Hestfirði til sjóvarfalsorku
Avtalan millum SEV og Minesto umfatar eisini víðkaða virksemið í Vestmanna. (Savnsmynd)
 
24.01.2023 - 13:44

Minesto og SEV hava endurnýggjað og víðkað samstarvsavtaluna, sum tilskilar ábyrgdarbýtið av arbeiðinum við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi og Hestfirði

Avtalan er víðkað til eisini at fevna um samstarv um menning og fyrireiking av einum øki í Hestfirði til sjóvarfalsorku.

Harumframt verður arbeitt við at seta upp íløgueind at umsita verkætlanarstuðul, keypsavtalu, møguliga almenna fígging (t.d. frá ES) og aðrar ognir.

Avtalan umfatar somuleiðis víðkaða virksemið í Vestmanna.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur í tíðindaskrivi, at Minesto hevur víst eitt sterkt tilknýti til verkætlanina í Føroyum, og tøknin er í støðugari menning. 

Harumframt síggja tey í SEV fram til, at fleiri drekar verða settir út, og til at økið í Hestfirði verður kannað nærri, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858