Rúsdrekkaframleiðarar skulu sleppa at selja egnan løg

Rúsdrekkaframleiðarar skulu sleppa at selja egnan løg
Lógin verður broytt, lovar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, klipti snórin á nýggja whisky-virkinum í Vestmanna seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2023 - 15:54

“Arbeitt verður við at broyta lógina soleiðis, at tit sleppa at selja tykkara egnu vørur,” lovaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, tá hann klipti snórin til nýggja whiskydistillaríið hjá Faer Isles Distillery.

Tað var hátíðardámur í virkisbygninginum hjá Faer Isles Distillery í Vestmanna, tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður klipti snórin til nýggja og stóra whisky-brennaríið hjá felagnum. 

“Hetta er ein stórur dagur hjá tykkum, hjá Vestmanna og í føroyskari vinnulívssøgu,” segði Høgni Hoydal, áðrenn hann klipti snórin, og fyrstu, gyltu whisky-droparnir fóru at renna ígjøgnum brennaríið.

Høgni Hoydal lovaði eisini nýggju whisky-framleiðarunum, at hann fer at broyta lógina soleiðis, at teir skulu sleppa at selja sínar egnu vørur í umbygda og virkisbygninginum á bryggjuni í Vestmanna. 

 

Einki sterkari enn gulløl

Hetta hevur eisini verið eitt ynski hjá Einari Waag og Føroya Bjór, sum eisini framleiðir whisky og onnur sløg av rúsdrekka. 

Í løtuni sleppa øl- og drúsdrekkaframleiðarar ikki at selja løg, ið er sterkari enn tað, ið svarar til eina gulløl, ið er 5,6 prosent. 

Men nú er líkt til, at hetta verður broytt í hesi tingsetuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098