Luftlinjurnar í Skálabotni orsøkin til streymslit

Luftlinjurnar í Skálabotni orsøkin til streymslit
"Tað hevur verið ein bedrøvilig nátt," staðfestir Eirikur Norðberg, vakthavandi hjá SEV, sum hevur stríðst við fleiri streymslit í meginøkinum í gjárkvølið og í nátt
60 kilowatt luftlinjurnar hjá SEV, sum ganga frá verkinum í Skálabotni, hava elvt til mongu streymslitini í nátt
Mynd: Savnsmynd  
 
08.02.2023 - 07:43

Fleiri streymslit hava verið í meginøkinum í gjárkvøldið og í nátt og í morgun, og tað er ikki óhugsandi, at okkurt streymslit verður afturat. 

Tað sigur ein troyttur Eirikur Norðberg, vakthavandi hjá SEV.

"Streymurin fór aftur um seks tíðina í morgun, men nú hava øll fingið streymin aftur. Nú vóna vit, at streymurin ikki fer aftur."

 

Bedrøvilig nátt

Eirikur Norðberg ásannar, at tað hevur verið ein "bedrøvilig nátt", sum hann málber seg. 

"Tað, ið serliga hevur argað okkum, eru 60 kilowatt luftlinjurnar, sum ganga frá SEV-støðini í Skálabotni, ið er eitt miðpunkt hjá SEV. 60 kilowatt-netið hjá SEV er høvuðsæðrin, tá streymur skal førast runt í meginøkinum, og tá tær linjurnar sláa sama av vindi, so steðgar øll skipanin upp."

Eirkur Norðberg, vakthavandi hjá SEV, kann ikki lova, at einki streymslit verður afturat. 

 

SEV_um_streymslit_080223

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360