Vindmyllurnar í Flatnahaga klárar í hesum mánaðinum

Vindmyllurnar í Flatnahaga klárar í hesum mánaðinum
Myllurnar vera royndar í hesum døgum, og framleitt verður eisini á netið hjá SEV
Vindmyllurnar í Flatnahaga vera royndar í hesum døgum, og gongst sum ætlað, verða tær klárar í hesum mánaðinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2023 - 12:20

Vindmyllurnar hjá Magn og Lív í Flatnahaga oman fyri Havnina vera royndar í hesum døgum, og gongst sum ætlað verða tær klárar í hesum mánaðinum.

Í royndartíðini verður eisini framleitt á netið hjá SEV.

Ætlanin var, at myllurnar skuldu vera liðugt royndar fyri jól, men ymiskt gjørdi, at tað kom í drag.

Finn Jakobsen, stjóri í Magn, sigur, at avtala er gjørd við SEV, og hon er klár at skriva undir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

08022023_Vindmyllur_i_Flatnahaga

 

Finn Jakobsen er stjóri í Magn.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961