Landsverk fer í landsrættin við oljudálkingini

Landsverk fer í landsrættin við oljudálkingini
Føroya rættur dømdi Landsverk, men fríkendi Effo í málinum um oljudálking í Froðba
Flúgvarabensin dálkaði lendið við tyrlupallin í Froðba. Nú endar málið í landsrættinum.
 
09.02.2023 - 12:20

Landsverk ætlar at royna málið um oljudálkingina í Froðba í landsrættinum.

Føroya rættur dømdi í síðsta mánaði Landsverk at rinda 20.000 kr. í sekt fyri brot á umhvørvisverndarlógina, tá 1800 litrar av flúgvarabensini fóru út í lendið við tyrlupallin í Froðba náttina millum 22. og 23. januar 2018.

Tað var Effo, sum bunkraði til Landsverk, sum umsitur tyrlupallarnar.

 

Bæði sek

Sambært ákæruvaldinum vóru bæði Effo og Landsevek sek í, at flúgvarabensinið fór út í lendið, men Føroya rættur dømdi Landsverk og fríkendi Effo í málinum.

Bæði Landsverk og Effo noktaðu seg sek.

Árni Vilhelm, sum eigur lendið við tyrlupallin, sum bleiv dálkað í 2018, krevur endurgjald.

Sí innslag í Degi og Viku 12. januar:

 

2301012_DV_OLJUDALKING_FRODBA


 

 

Sí innslag í Degi og Viku her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375