Gadus seldur til Russlands fyri 60 milliónir

Gadus seldur til Russlands fyri 60 milliónir
Nýggi Gadus kemur í mai
Gadus á sleipistøð í Havn. Nú er hann seldur til Russlands.
 
14.02.2023 - 08:23

Trolarin Gadus í Klaksvík er nú seldur til Russlands fyri góðar 60 milliónir krónur.

Sambært skipaskrásetingini er hann seldur til Murman Seafood í Russlandi.

Gadus er bygdur í 1987 og kom til Føroya í 2010.

22.november í fjør kom Gadus aftur av seinasta túri í Barentshavinum undir føroyskum flaggi

Hann hevði 230 tons av flaki.

Nýggja skipið, sum skal koma fyri Gadus, kemur í mai.

Gadus hevur ligið í Båtsfjord í Noregi alt hetta árið, meðan bíðað hevur verið eftir søluni.

 

Skipið, sum skal koma fyri Gadus, kemur í mai.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595