Tað siga tey um fíggjarlógina

Tað siga tey um fíggjarlógina
Samgongan hevur størri frælsi at arbeiða, tí inntøkumetingin er 170 mió. kr. størri enn hjá undanfarnu samgongu, siga umboð fyri andstøðuna í fíggjarnevndini
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum og limur í fíggjarnevndini, Ruth Vang, landsstýriskvinna, og Magnus Rasmussen, limur í fíggjarnevndini.
 
14.02.2023 - 14:03

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt sítt fyrsta uppskot um fíggjarlóg fyri tingið.

Samgongan væntar, at avlopið í ár verður 141 milliónir krónur, ella 130 milliónir størri enn undanfarna samgonga metti í sínum fíggjarlógaruppskoti í heyst. Skotið verður eisini upp at minka ríkisveitingina 25 milliónir krónur í ár.

Umboðini fyri stóru andstøðuflokkarnar í Fíggjarnevndini siga, at tað at inntøkumetingin í hesum fíggjarlógaruppskotinum er 170 millónir størri enn í uppskotinum hjá undanfarnu samgongu, ger, at samgongan hevur størri frælsi at arbeiða.

Men bulurin í fíggjarlógaruppskotinum er tann, sum var lagdur í uppskotinum frá undanfarnu samgongu.

Hoyr samrøðu, sum Kári Mikkelsen gjørdi við Ruth Vang, landsstýriskvinnu, Magnus Rasmussen, sum umboðar Sambandsflokkin í Fíggjarnevndini, og Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum, sum eisini er limur í Fíggjarnevndini:

 

14022023_Figgjarlog_um_vidmerkingar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576