Flogbóltsfinalistarnir funnir

Flogbóltsfinalistarnir funnir
Hjá kvinnum bresta Fleyr og SÍ saman í steypafinaluni í flogbólti, meðan SÍ og Mjølnir spæla um gullið hjá monnunum
Á knøunum: Sí vann sær pláss í steypafinalu eftir gysarasigur á Fleyr
Mynd: FBF  
 
19.02.2023 - 14:03

Nú er greitt, hvørji lið møtast í steypafinalunum í flogbólti hjá bæði kvinnum og monnum.

Allar fýra hálvfinalurnar vóru í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjár.

Hjá kvinnunum verða tað Fleyr og SÍ, sum spæla steypafinalu, eftir at tey í hálvfinalunum vunnu á ávikavist Ternuni og TB.

Serliga spennandi var dysturin millum SÍ og TB, tí har máttu fimm sett til, áðrenn SÍ hevði vunnið, men í hinum dystinum vann Fleyr trygt 3-0 á Ternuni.

Hjá monnunum vóru báðar hálvfinalurnar spennandi, tí í báðum dystunum skuldu fimm sett til, áðrenn steypafinalistarnir vóru funnir.

Har verður finalan millum SÍ og Mjølnir, sum vunnu 3-2 á ávikavist Fleyr og ÍF.

Steypafinalurnar verða í høllini á Hálsi í Havn leygardagin 4. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303