- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturoyingar vóru stinnastir í “Tú manst vita...”
Tað var bara eitt stig á muni, tá dómarin, Jónleif Johannesen, taldi saman.
Eysturoyingar løgdu seg framum, tá havnarmenn ikki kendu ta seinnu regluna í einum ørindi í Rudisarvísu. Og eysturoyingar løgdu seg eitt sindur longur framum, tá teir vistu, at Leivur Jacobsen skipaði Leiv Øssursson í eini upptøku hjá Kringvarpinum, samstundis sum havnarmenn valdu at fáa tríggjar møguleikar at velja í, sum so bara gav eitt stig.
Jóannes Djurhuus, Jón Rói Høgnesen og Kristian Jacobsen á liðnum hjá Eysturoyar Dansifelag.
Men teir á liðnum hjá Dansifelagnum í Havn hálaðu seg tvey stig inn aftur, tá teir roknaðu seg fram til, at fyrsta landsdansistevnan var hildin í 1983. Tað visti liðið hjá Eysturoyar Dansifelag ikki, og so var bara eitt stig á muni. Men tá bæði liðini kendu fýra av teimum fimm kvæðunum, sum stutt brot hoyrdust úr, helt støðan sær.
Liðið hjá Dansifelagnum í Havn.
Í finaluni høvdu liðini fingið høvi at gera ein spurning, sum skuldi setast mótstøðuliðinum. Spurningarnir skuldu vera úr onkrum kvæði í Gyltubólk. Eysturoyingar høvdu orðað ein spurning úr Finni hinum Fríða, og havnarmenn høvdu orðað ein spurning úr Gøtuskeggjum. Liðini svaraðu rætt og fingu fulla úrtøku.
Liðini hava verið sera kná og hava nærum fingið fult stigatal í bæði undanumfarinum og í hálvfinaluni.
Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri, handaði vinnandi liðnum vinningin í útvarpsstovuni.
Men føstulávintsleygarkvøld var. Og á Reinsarínum var eisini føroyskur dansur, so vinnandi felagið var heiðrað um 10-tíðina, tá eini 200 fólk heiðraðu teimum Jóannesi Djurhuus, Jón Róa Høgnesen og Kristiani Jacobsen á liðnum hjá Eysturoyar Dansifelag. Formaðurin í Sláið Ring, Gunnar Restorff, helt eina góða røðu, og Jóhann Mortensen takkði dansifeløgunum fyri, at tey vildu vera við. Bæði undan og eftir heiðursløtuna fekk dansurin so lystiliga.
Kringvarpið og fyrireikararnir hava fingið nógvar jaligar fráboðanir um, at “Tú manst vita frá mongum at siga” var ein áhugaverd, øðrvísi og spennandi spurnakapping.
Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen hava skipað fyri. Rasmus Joensen og Jónleif Johannesen hava gjørt spurningarnar saman við fyrireikarunum.
Jónleif Johannesen, Rasmus Joensen, Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen.