Bakkafrost 1,7 milliardir í avlopi í fjør

Bakkafrost 1,7 milliardir í avlopi í fjør
740 milliónir kr. fóru í landskassan
Bakkafrost seldi fyri sjey milliardir og 130 milliónir krónur í fjør.
 
21.02.2023 - 08:33

Bakkafrost seldi fyri sjey milliardir og 130 milliónir krónur í fjør.

Rakstrarúrslitið var ein milliard og 705 milliónir krónur. 

740 milliónir fóru í landskassan.

Men í fjórða ársfjórðingi var úrslitið 154 milliónir krónur í halli eftir skatt og virðisreguleringar.

 

Regin Jacobsen er stjóri í Bakkafrosti. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

600 mió. kr. í vinningsbýti

Høgir laksaprísir og góð lívfrøðilig gongd í alingini í Føroyum góvu Bakkafrosti eitt gott úrslit í 2022.

Á ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 28. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 10 krónur verða latnar í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið.

59 milliónir og 143.000 partabrøv eru, so vinningsbýtið er slakar 600 milliónir krónur.

 

Hoyr samrøðu, sum Finnur Koba gjørdi við Regin Jacobsen, stjóra í Bakkafrosti í útvarpstíðindunum. Hann var m.a. spurdur, um Bakkafrost ikki hevur ráð at lata meira í tøkugjaldi:

 

21022023_Regin_Jacobsen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598