B36 fingið sína fyrstu forkvinnu

B36 fingið sína fyrstu forkvinnu
Marita Debess Magnussen er nýggj forkvinna í B36. Hon loysir av fyri Jákup Mørk, sum ikki stillaði upp aftur
Nýggja nevndin hjá B36 sær soleiðis út
Mynd: B36  
 
23.02.2023 - 10:28

Fyri fyrstu ferð hevur B36 fingið forkvinnu.

Marita Debess Magnussen loysir av fyri Jákup Mørk, sum ikki stillaði uppaftur. Tað varð greitt eftir aðalfundin í gjárkvøldið.

Súsanna Maria Hansen verður verandi næstforkvinna.

Formaðurin, Jákup Mørk, kassameistarin, Símun Grønadal og nevndarlimurin, Høgni í Jákupsstovu tóku ikki við afturvali. Poul Rói Mohr, Sigurd Rasmussen og Marita Debess Magnussen bjóðaðu seg fram, og tey vóru einmælt vald av aðalfundinum.

Síðan skipaði nevndin seg við teimum báðum, Maritu Debess Magnussen og Súsannu Mariu Hansen, á ovastu rók. Dánjal Petersen er kassameistari, Sigurd Rasmussen er skrivari, Jóhann í Króki er umboð fyri ungdómsnevndina og Bogi Petursson Nielsen, Maj-Britt Hellisdal og Poul Rói Mohr eru nevndarlimir.

Roknskapurin varð eisini lagdur fram og vísti eitt lítið yvirskot.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659