Herbergini vóru fullsett allar mánaðirnar í fjør

Herbergini vóru fullsett allar mánaðirnar í fjør
Hagtølini vísa eisini, at seinasta árið hava nærum øll tey somu fólkini búð á  herbergunum í Havn og í Klaksvík
Herbergið í Havn er bæði náttarherbergi og herbergi.
 
02.03.2023 - 14:08

Herbergið í Havn og Gloria í Klaksvík vóru fullsett allar mánaðirnar í fjør.

Tøl frá Hagstovuni vísa, at í fjør búðu 26 fólk nærum allar mánaðirnar á herbergunum í Havn og í Klaksvík, og í januar í ár vóru tey 27 tí tali.

Í fjør vóru tilsamans 26 kømur, og í januar ár er eitt kamar komið aftrat.

Hagtølini vísa eisini, at seinasta árið hava nærum øll tey somu fólkini búð á  herbergunum í Havn og í Klaksvík.

 

 

Nýtslustigið meira enn 100 prosent

Herbergið í Havn er bæði náttarherbergi og vanligt herbergi. Tvey kømur eru til náttarherbergi. 

Uppgerðin vísir, at kømrini vóru upptikin mest sum allar dagar í fjør, og nýtslustigið er sostatt 100 prosent. 

Ávísar mánaðir í fjør var nýtslustigið á náttarherberginum meira enn 100 prosent, og tá var neyðugt at brúka eyka seingjarmadrassur at hýsa fólki.

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286