Áslakur í vikuliðnum

Áslakur í vikuliðnum
Áslakur Holm og lið hansara, VK Vestsjælland, tapti síðsta dystin í grundspælinum fyri Middelfart, men hevarin kom á vikuliðið fyri aðru ferð hetta kappingarárið
Áslakur Holm var á vikuliðnum í fyri aðru ferð hetta kappingarárið
 
06.03.2023 - 09:15

Áslakur Holm er valdur á vikuliðið hjá bestu donsku flogbóltsdeildini fyri aðru ferð hetta kappingarárið.

Føroyski hevarin og lið hansara, VK Vestsjælland, taptu 3-1 fyri danska meistaranum, Middelfart, í síðsta dystinum í grundspælinum, men Áslakur Holm spældi kortini somikið væl, at hann kom á vikuliðið.

VK Vestsjælland endaði á 6. plássi, og í endaspælinum skulu teir spæla fjórðingsfinalu ímóti Ikast, sum endaði nummar trý. Dystirnir verða spældir 12. og 16. mars, og um neyðugt verður avgerðandi dystur 18. mars.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136