Toblerone sleppur ikki at brúka fjallið

Toblerone sleppur ikki at brúka fjallið
Framleiðslan er flutt til Slovakia, og tað hevur elvt til trupulleikar millum fyritøkuna og sveisisku myndugleikarnar
Í fjør fekk Toblerone at vita, at orðini "sveisisk framleiðsla" ikki mátti brúkast longur.
Mynd: Toblerone  
 
06.03.2023 - 16:36

Tað gongur einki serligt við tí sveisiska sambandinum hjá sjokulátakubbunum Toblerone, síðani fyritøkan, ið framleiðir eyðkendu tríhyrningarnar, valdi at flyta úr Sveis til Slovakia.

BBC skrivar, at fyritøkan nú hevur fingið boð um, at hon sleppur ikki at brúka mynd av kenda sveisiska fjallinum Matterhorn á pakkitilfarinum.

Júst skapið av 4.438 metrar høga Matterhorn gav íblástur til skapið av sjokulátakubbunum.

Í Sveis hava tey síðani 2017 havt strangar reglur fyri vørur, har Sveis ella okkurt, sum hevur við Sveis at gera, verður brúkt. Í sambandi við framleiðslu av vørum, har mjólk er í, skal øll framleiðslan vera í Sveis.

Í fjør fekk Toblerone at vita, at orðini "sveisisk framleiðsla" ikki mátti brúkast longur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762