Niðursett arbeiðstíð hevur stóra ávirkan á pensjónina

Niðursett arbeiðstíð hevur stóra ávirkan á pensjónina
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, vóru í Breddanum fyrrapartin
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, vóru í Breddanum fyrrapartin.
 
07.03.2023 - 11:41

Tá kvinnur arbeiða niðursetta tíð, hevur tað stóra ávirkan á pensjónina.

Femifagnaður er í Smæruni í Havn í kvøld, og har verður ljós varpað á málið.

Á umsorganarøkinum, har limirnir í Heilsuhjálparafelag Føroya starvast, eru 99 prosent kvinnur. Av teimum arbeiðir ein stórur partur niðursetta tíð. 

Mary Antonsdóttir, sum er forkvinna í felagnum, segði soleiðis í Breddanum fyrrapartin:

 

07032023_Mary_Antonsdottir


Í Starvsfelagnum eru tveir triðingar kvinnur, og umleið 60 prosent av teimum arbeiða niðursetta tíð.

Hetta hevur eisini stórar avleiðingar fyri ellisárini hjá teimum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum:

 

07032023_Suni_Selfoss

 

Allur Breddin kann hoyrast her.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303