- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilflyting loysir ikki allan haldføristrupulleikan
Fólkavøkstur er í Føroyum, og tað er at fegnast um. Tó er fólkavøksturin í løtuni útlendingar, sum koma til landið.
Var eingin tilflyting, minkaði fólkatalið.
Tað vísa tøl frá Hagstovuni, sum vóru partur av framløguni hjá Búskaparráðnum um haldførið í føroyska búskapinum í gjár.
Sambært talvu vóru 1.754 umsóknir um uppihaldsloyvi í 2022.
Nógv tey flestu, í alt 1.426, vóru fólk úr Filipsoyggjum, Póllandi og Rumenia.
Tað merkir fyri ein part, at tað eru fólk, sum ikki verða verandi í landinum, tí tey koma higar bara fyri at arbeiða. Onnur eru familjusamanførd.
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, legði haldføriskanningina fram í gjár. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Greiðan tilflytarapolitikk
Hetta er ein veruleiki, sum hevur við sær, at vit mugu leggja okkum eftir at hava ein greiðan tilflytarapolitik, við krøvum um tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og ein greiðan integratiónspolitikk, sum loftar teimum, sum seta búgv her, stendur millum annað í frágreiðingini.
Tað er avgerandi, at tey, sum flyta til landið, gerast ein partur av samfelagnum, og at tey, og seinni børn teirra, verða knýtt at føroyskja arbeiðsmarknaðinum.
Undir øllum umstøðum verður tilflyting mett at vera ein óviss íløga, og tí er fokus fyrst og fremst á at varðveita fólk so leingi sum til ber á arbeiðsmarknaðinum.
Tað vil siga við at hækka pensjónsaldurin.
(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Sambært haldføriskanningini koma vit niður á null - at búskapurin verður haldførur, um vit hækka pensjónsaldurin eitt ár fimta hvørt ár, til vit eru 74 ár.
Við tíðini gerast eisini árgangirnir, sum gerast gamlir, minni.
Haldførisfrágreiðingin kann lesast her.