Hálv millión til Grindavíkar

Hálv millión til Grindavíkar
Reyði Krossur Føroya og landsstýrið lata eina hálva millión krónur til Grindavíkar
4.000 fólk hava verið noydd at rýma frá heimi sínum í Gríndavík
Mynd: Icelandic Coast Guard/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.01.2024 - 18:54

Í eina góða viku hava føroyingar savna saman pening at lata til Íslendska Reyða Kross.

Tað boðar Reyði Krossur Føroya frá.

Stuðulin skal brúkast til at hjálpa teimum, sum eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík, har 4.000 fólk hava verið noydd at rýma frá heimi sínum.

Reyði Krossur Føroya letur 250.000 kr. og Føroya landsstýri letur somuleðis 250.000 kr.

Íslendingar takka føroyingum fyri stuðulin.

- Okkara føroysku vinir eru altíð til reiðar at hjálpa, sigur Jón Brynjar Birgisson, rakstrarstjóri í Íslendska Reyða Krossi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744