- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðrið: Goldin frávera ella ikki

Nú veðrið í morgin verður so vánaligt, stingur spurningurin seg upp, hvørt fólk velja at vera sitandi heima og ikki møta til arbeiðis í morgin orsakað av illveðri, men kortini kunnu verða trekt í løn.
Reglur hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum frá 6. mars 1992 áseta, at fráverudagar orsakað av ringum veðri verða bert roknaðir sum goldin frávera, um alt alment ferðasamband er slitið orsakað av veðrinum.
Tað, at eitt starvsfólk heldur veðrið vera ov ringt at fara millum bygdir við bili, gevur ikki rætt til goldna fráveru, um almenna ferðasambandið annars ikki er slitið.
Men eftirsum bygdaleiðir hava avlýst alla koyring í morgin, má tað almenna ferðasambandið roknast fyri at vera slitið.
Her er tó ein men! Tí er eitt starvsfólk komið til arbeiðis av bygd, og veðrið er øtlað so mikið, at vandi er fyri, at ikki er komandi til arbeiðis dagin eftir, um farið verður heim um kvøldið, verður fráveran næsta dag ikki roknað sum goldin frávera, um ikki slepst til arbeiðis.
Hetta áseta somu reglur hjá Lønardeildini.
Tað merkir sostatt, at tey sum eru til arbeiðis í dag og velja at fara heim eftir loknan arbeiðsdag, kunnu vera trekt í løn av arbeiðsgevaranum, um tey ikki møta til arbeiðis í morgin. Hinvegin kunnu tey, sum av einhvørji orsøk eru heima í dag, ikki trekkjast í løn fyri ikki at møta til arbeiðis í morgin.


























