Framvegis færri bilar - men fleiri innfluttir brúktir bilar

Framvegis færri bilar - men fleiri innfluttir brúktir bilar
Gongdin í bilasøluni heldur fram í nýggja árinum
Framvegis vera færri bilar skrásettir.
 
02.02.2024 - 05:51

Gongdin í bilasøluni heldur fram í nýggja árinum.

Í januar vóru skrásett 64 akfør, 21 færri enn í januar í fjør.

Tað er ein fjórðingur.

Og tað eru, enn sum fyrr, persónbilarnir, sum eru færri. 

Teir eru 20 færri enn í januar í fjør, upplýsa tølini hjá Akstovuni.

Teir vóru 37 í januar í ár.

Brúktir bilar

Men áhugavert er, at 26 brúktir persónbilar vóru innfluttir í januar. Teir vóru bara tveir í januar í fjør.

Vøksturin er nevniverdur. Hann er 1200 prosent.

Næstan 12 prosent færri nýggj akfør blivu skásett í Føroyum í fjør enn í 2022.

Men innfluttu brúktu akførini vóru fleiri í fjør enn í 2022.

Her eru tølini tó ikki stór. 297 akfør í fjør og 271 í 2022. 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532