- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri skaðar í eystara parti av Grindavík
Fleiri skaðar í eystara parti av Grindavík
Tað hevur elvt til enn fleiri skaðar í eystara parti av Grindavík, at eldgosið aftur fór at goysa tann 14. januar.

04.02.2024 - 14:01
Tað sigur býráðsformaðurin í Grindavók, Hjálmar Hallgrímsson, við Morgunblaðið.
Serliga hart rakt er vinnuøkið í hesum parti av býnum, men eisini íbúðarhús hava fingið skaða.
Hjálmar Hallgrímsson sigur, at í mun til fyrra gosið í novembur, eru skaðarnir munandi størri hesaferð.
- Húsini eru kanska ikki beinleiðis oyðiløgd, men vorðin vindsk og skeiv, tí lendið er sjúnkað, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























