Á Breddanum: Politiskt virksemi í Arktis

Á Breddanum: Politiskt virksemi í Arktis
Føroyskir politikkarar eru lítið virknir í málum um Arktis, nógv minni enn grønlendingar og danir, vísir gransking
Hesi fýra, sum sita í uttanlandsnevndini, fara at skifta orð í Breddanum um Arktis og politiskt virksemi.
 
09.02.2024 - 09:24

Skulu vit vera meiri virkin í Arktis? Og vita vit yvirhøvur, hvat vit vilja hava burturúr?

Nýggj gransking vísir, at vit gera lítið samanborið við Grønland og Danmark, tá ið røður um Arktis á parlamentariskum stigi.

Fleiri inngongdir eru til Arktiska ráðið uttan um landsstýrið. Eitt nú hevur útnorðurráðið eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum.

Eisini kunnu løgtingsfólk seta landsstýrinum fyrispurningar um Arktis, men lítið og einki virksemi er á hesum økinum.

Líkt er til, at okkara fólkatingslimir eru tey, sum eru mest virkin í málum um Arktis.

Og tað er tí, at fólkatingið er meiri strategiskt í arktiskum málum, er niðurstøðan hjá Hallberu West, sum júst hevur almannakunngjørt grein um evnið. 

Vit tosa við føroysku fólkatingsumboðini og forkvinnuna í løgtinginum um Arktis, og orðaskifti verður í útvarpsstovuni millum samgongu- og andstøðulimir í uttanlandsnevndini.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523