- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrarøktarfrøðingnir í dialysuni góðtaka ikki lønaravtaluna

Sjúkrarøktarfrøðingarnir í dialysuni góðtaka ikki lønaravtaluna millum Fíggjarmálaráðið og Felagið føroyski sjúkrarøktarfrøðingar um, hvussu ein royndur sjúkrarøktarfrøðingur skal lønast.
Tað boðar Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, frá í tíðindaskrivi í kvøld.
Tí hevur tilgongdin við dialysu á Suðuroyar sjúkrahúsið verið seinkað.
- Nú verður roynt at fáa royndar dialysu-sjúkrarøktarfrøðingar uttanífrá at hjálpa okkum hesa fyrstu tíðina, so vit kunnu fara í gongd við dialysuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Skuldi tað ikki eydnast at fáa royndar sjúkrarøktarfrøðingar í byrjanini, fáa nýsettu dialysu-sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum skulu veita dialysutænastuna á Suðuroyar sjúkrahúsi, sínar royndir á Landssjúkrahúsinum áðrenn byrjað verður í Suðuroy.
Sjúkrahúsverkið hevur sett fýra sjúkrarøktarfrøðingar at taka sær av dialysuviðgerðini á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum hava fingið upplæring bæði í Danmark og á Landssjúkrahúsinum.
Tað er hvørki eydnast okkum at fáa viðmerking um málið frá Steinari Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum, Hanus Toftheyggj, stjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi, ella Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.


























