Nýrafelagið: Dialysusjúklingar gíslar í lønartrætu

Nýrafelagið: Dialysusjúklingar gíslar í lønartrætu
Dialysusjúklingar eru vorðnir gíslar í lønartrætu millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum
Nýrafelagið sigur, at Dialysusjúklingar eru vorðnir gíslar í lønartrætu millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Mynd: Nýrafelagið  
 
14.02.2024 - 17:10

Nýrafelagið sigur seg vera skelkað av at frætta, at dialysusjúklingar í Suðuroy framvegis mugu ferðast til Landssjúkrahúsið til dialysu, meðan dialysan á Suðuroyar sjúkrahúsi stendur óvirkin, vegna ósemju um lønarískoyti.

Sambært Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar er trupulleikin, at upplæring skal skipast aftrat vanligu setanaravtaluni, og tað ber bara til, um starvsfólkini góðtaka hetta. Tað gera sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki.

Nýrafelagið krevur, at ein loysn verður funnin beinanvegin, so dialysan í Suðuroy verður tikin í brúk sum skjótast.

Felagið heldur tað vera skomm, at sjúklingarnir eru gíslar í lønartrætu ella vánaligari ráðlegging, og heitir á viðkomandi myndugleikar um at gera skjótt av og loysa trupulleikan til frama fyri dialysusjúklingarnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311