KVF hevur framvegis nógvar hyggjarar og lurtarar

Um KVFTíðindi
KVF hevur framvegis nógvar hyggjarar og lurtarar
Spyr.fo hevur í tveimum nýggjum kanningum spurt, hvørjum føroyingar hyggja og lurta eftir í gerandisdegnum
Ein morgunin, tá ið Góðan morgun Føroyar tók upp í forhøllini í Kringvarpinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14-03-2024

Sjónvarps- og útvarpssendingar hjá KVF eru væl umtóktar. Tað vísa feskastu kanningarnar gjørdar av spyr.fo í januar og mars mánaði. 500 svargevar eru spurdir í tveimum kanningum, hvørjum teir hava lurtað og hugt at dagin fyri.

Tølini fyri einstøku sendingarnar eru góð. Eitt nú lurtaðu 45,40 % eftir útvarpstíðindunum kl. 12.20 mánadagin 8. januar, og 45,20 % lurtaðu kl. 18 sama dag. Týsdagin 5. mars lurtaðu 25,60 % eftir aktualitetssendingini Breddanum, sum verður send fyrru ferð fyrrapart og endursend tíðliga á kvøldi.

Harafturat svaraðu heili 68 % tann 8. januar, at útvarpið hjá KVF er teirra høvuðskelda til tíðindi í gerandisdegnum. Hetta er á leið sama úrslit, sum tá ið vit spurdu tað sama í 2018. 

 

Útvarpið hevur enn gott tak í føroyingum. Tað frøast vit um, tí miðlavanarnir eru broyttir munandi við talgildingini. At vit framvegis hava so góð lurtaratøl vísir, at lurtararnir hava álit á tíðinda- og aktualitetssendingunum hjá Kringvarpinum. Tað hevur nógv at siga fyri savningarmegina.

Ivan Hentze Niclasen

 


Tað eru tó ikki bara tíðindi og aktualitetur, sum upptaka uppmerksemið hjá føroyingum. Góðan morgun Føroyar, sum er ein blandingur av undirhaldi og upplýsing, hevur eisini góð lurtaratøl. Mikumorgunin 6. mars lurtaðu 42,20 % av svargevunum eftir Góðan morgun Føroyar. Tølini frá lurtarakanningum í 2022 og 2023 hava víst á leið sama úrslit.

Lurtaratølini fyri leygardagssendingina Vikuna tátta í 20 %. Og 28,40 % lurtaðu eftir Málteiginum, sum viðger føroyskt mál og mállæru, mánadagin 15. januar. 

Stóri vøksturin av útlendskum tilboðum ávirkar okkara mentan bæði á ein og annan hátt, og tí er tað gott, at føroyingar taka so væl undir við okkara mentanarsendingum.

Ivan Hentze


Eisini varð spurt, hvussu nógv hugdu at Degi og viku mánadagin 8. januar. 61 % hugdu hetta kvøldið; 49 % hugdu beinleiðis í sjónvarpinum, 8,60 % hugdu aftaná á netinum, og 3,40 % hugdu at endursendingini seint á kvøldi.

Hetta er 7 prosentstig meira, enn seinast hyggjaratøl fyri Dag og viku vóru kannað á heysti í 2023, tá ið 54 % høvdu hugt. 
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375

Um kvf css