Betrideildin: Stórdystur í Gundadali

Betrideildin: Stórdystur í Gundadali
Føroyameistarin og steypavinnarin hittast í Gundadali, har trýst er á bæði KÍ og HB. Í botninum bresta EB/Streymur og ÍF saman
Eingin Adrian: Jóannes Kalsø Danielsen og KÍ vitja HB uttan Adrian Justinussen í Gundadali
Mynd: savnsmynd  
 
14.04.2024 - 14:30

Stórdystur er í Gundadali ímillum føroyameistaran og steypavinnaran, og bæði KÍ og HB eru undir trýsti undan dystinum, sum byrjar klokkan 15.00.

KÍ hevur vunnið tríggjar av fýra dystum higartil, men spælið hevur ikki verið eins sannførandi og undanfarin ár, og bæði Víkingur og B36 vóna, at skerda klaksvíksliðið fer at missa stig ímóti HB.

HB við Adolfo Sormani á odda hevur eins og KÍ vunnið tríggjar av fýra dystum, men í dag stendur stóra royndin. Skal HB kappast um FM-heitið, ella er tað eitt ella tvey ár ov tíðliga. Tað kann dysturin í dag geva ábendingar um.

KvF sigur frá dystinum í Gundadali í útvarpinum klokkan 15.00.

 

Brak í botninum

Víkingur og B36 eru favorittar í dag. Oddaliðið tekur ímóti Skála í Sarpugerði í Norðragøtu, meðan B36 skal á vitjan hjá NSÍ, sum helst hevur ætlanir um at arga ovastu liðini í ár.

Í botninum skal ÍF til Margáir at spæla ímóti EB/Streymi. Fuglfirðingar hava einki stig fingið higartil, meðan EB/Streymur bert hevur eitt.

Í annaðkvøld tekur B68 ímóti 07 Vestur.

 

Betrideildin, menn: 5. umfar

15:00 Víkingur-Skála 
15:00 HB - KÍ (Beinleiðis í útvarpinum hjá KVF)

Kl.17.00: EB/Streymur-ÍF 
Kl.19.00: NSÍ-B36 

Mánadag, 15. apríl:

Kl.18.00: B68-07 Vestur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672