Svøríki: Tvey børn funnin deyð í forstaði til Stokkhólm

Svøríki: Tvey børn funnin deyð í forstaði til Stokkhólm
Tað var týskvøldið um 20-tíðina, at tvey skúlabørn vóru funnin deyð í Södertälje, sum er ein forstaður til svenska høvuðsstaðin Stokkhólm.
Mynd: Magnus Lejhall/TT/Ritzau Scanpix  
 
24.04.2024 - 09:44

Tað var týskvøldið um 20-tiðina, at løgreglan var boðsend til ein bústað í svenska býnum Södertälje, sum er ein forstaður til svenska høvuðsstaðin Stokkhólm. Tað skrivar svenski miðilin, Aftonbladet. 

Á bústaðnum vóru tvey børn í skúlalaldri funnin deyð. 

- Vit hava eina góða fatan av, hvat er farið fram, sigur Per Fahlström frá svensku løgregluni við Aftonblaðið. 

Løgreglan kannar hendingina sum grovan kriminalitet, men vil ikki siga meira um málið.

- Serligu umstøðurnar gera, at eg ikki kann siga meira, sigur Daniel Wikdahl, talsfólk hjá politinum.

Tvey fólk, ein kvinna um tey 40 og ein maður um 35 ára aldurin eru handtikin í sambandi við málið. Sambært Aftonbladet er talan um skyldfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576