- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lúka brotnaði – Jökull sakk eftir 19 minuttum

Ein lúka aftan á íslendska línuskipinum Jökull brotnaði, og sjógvur fossaði inn í skipið.
Tað kemur fram í einari tíðarlinju, sum íslendska sjóverjan hevur latið íslendska kringvarpinum, RÚV.
Klokkan 17.05 í gjár setti skiparin seg í samband við íslendsku sjóverjuna og boðaði frá, at skipið lak. Manningin fekk boð um at lata seg í bjargingarbúnar.
Tólv minuttir seinni boðaði skiparin frá, at skipið var um at søkka, og at manningin var í ferð við at fara av skipinum.
Manningin fekk ikki loyst annan bjargingarbátin, meðan hin rak burtur frá skipinum.
Klokkan 17.24, bert 19 minuttir eftir fyrstu fráboðanina, fekk íslendska sjóverjan eitt sjálvvirkandi neyðarsignal um, at skipið var sokkið.
Hálvan sætta tíma í sjónum
Eftirlitsflogfarið hjá íslendsku sjóverjuni kom á vanlukkustaðið klokkan 20.09 og slepti tveimum bjargingarbátum niður, men sjómenninir fingu ikki fatur á teimum.
Bjargingartyrlan kom á staðið klokkan 21.21, og klokkan 22.54 vóru allir 17 sjómenninir tiknir umborð á tyrluna.
Teir, sum vóru longst í sjónum, høvdu tá ligið í hálvan sætta tíma í kalda sjónum.
Tyrlan lendi á flogvøllinum í Egilsstaðir klokkan 23.37.
Tríggir sjómenn sjólótust, meðan hinir 14 vórðu bjargaðir á lívi.




























