Útisiglarar fáa pengar aftur

Útisiglarar fáa pengar aftur
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, skal nú gera eitt lógaruppskot, so teir útisiglarar, ið hava goldið heilsutrygdargjald av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.04.2024 - 15:28

Útisiglarar fingu viðhald í bæði kærunevnd, Føroya rætti og Landsrættinum, og tá ið Heilsutrygd ætlaði í Hægsta rætt við málinum, fekst ikki loyvi til at royna tað har.

Mett verður, at neyðugt er at gera eina lógarbroyting, soleiðis at heimild fæst til at rinda heilsutrygdargjald aftur í tíð til persónar, sum av órøttum hava goldið ov nógv í heilsutrygdargjaldi.

Miðað verður ímóti, at lógaruppskotið um broyting í heilsutrygdarlógini verður klárt til at leggja fyri Løgtingið fyrst í komandi tingsetu.

Hoyr samrøðu við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum:

2024-04-25-Margit-Stora

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329