Stýrið arbeiðir við haldførinum hjá Bústøðum

Stýrið arbeiðir við haldførinum hjá Bústøðum
Neyðugt er at tryggja langtíðar haldførið hjá Bústøðum. Og tað arbeiðið er í gongd, sigur Teitur Samuelsen. Stýrisformaðurin hevur tó enn ikki útvegað løgtinginum upplýsingar
Teitur Samuelsen, formaður í stýrinum fyri Bústaðir.
 
03.05.2024 - 18:52

Í gjár var samgongu-tingmaðurin og løgtingsgrannskoðarin Erling Eidesgaard ein av teimum, sum atkvøddi saman við andstøðuni um at beina lógaruppskot um 350 millióna lániheimild til Bústaðir aftur í nevnd, heldur enn at samtykkja tað við 3.viðgerð. Orsøkin er ein nýggj frágreiðing frá Landsgrannskoðanini um Bústaðir. Tann frágreiðing reisir spurningar, og tí vilja løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri upplýsingar frá Bústøðum. Biðið er um roknskap fyri 2023, eina fíggjarætlan og eina langtíðar haldførisætlan. 

Bústaðir hevur enn ikki útvegað løgtinginum hesar upplýsingar, og tí valdi ein meiriluti av løgtinginum at beina málið aftur í Rættarnevndina.

-Upplýsingarnar eru á veg, lovar Teitur Samuelsen, stýrisformaður í Bústøðum.

Um sjálva frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini sigur Teitur Samuelsen, at stýrið fyri Bústaðir arbeiðir við at tryggja langtíðar haldførið hjá Bústøðum.

Hoyr samrøðu við stýrisformannin, Teit Samuelsen:

030524_Bustadir

 

Stýrið fyri Bústaðir hevur enn ikki lýst eftir stjóra til felagið, eftir at stýrið koyrdi Andras Róin til hús 13. februar. Fyribilsstjóri er Hjørdis Gaard Lailudóttir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846