Villleiðandi tøl frá Bakkafrosti

Villleiðandi tøl frá Bakkafrosti
Bakkafrost sendi í gjár tíðindaskriv út við yvirskriftini: Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295% - tølini eru villeiðandi, sigur búskaparfrøðingur
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
07.05.2024 - 19:28

Tað er prosentmanipulatión, tá Bakkafrost í tíðindaskrivi sigur, at sølan hækkaði við 8 prosentum og tøkugjaldið við 295 prosentum - ein slík samabering gevur eina mynd av, at skipanin ikki hongur saman - men tað ger hon, sigur Rebekka Joensen, búskaparfrøðingur, nú Bakkafrost í tíðindaskrivi í gjár vísir á manglandi samanhang millum tøkugjald og inntøkur.

 

 

"Hóast søluprísurin so at siga er óbroyttur og sølan í hesum ársfjórðingi er lítið hækkað í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør, so nærum trífaldaðist tøkugjaldið (295%)" var boðskapurin hjá Bakkafrosti í tíðindaskrivi til miðlarnar í gjár.

"Tøkugjaldið var 112 milliónir fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við 38 milliónir sama tíðarskeið í fjør og 153 milliónir fyri alt 2023" stendur m.a. í tíðindaskrivinum.

295 prosent var seinni rættað til 200 prosent, men tað er enn skeivt, sigur Rebekka Joensen, sum hevur lisið búskaparfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur skrivað serritgerð um føroysku alivinnuna.

 

 

Samanber mann røttu tølini, vísir tað nemliga, at tøkugjaldið fylgir stiganum, sigur Rebekka Joensen.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873