Nógv fleiri hava bústaðartilknýti nú

Nógv fleiri hava bústaðartilknýti nú
Av teimum 420, sum løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið, høvdu 264, ella 63 prosent, bústaðartilknýti 
Fólkatalið seinastu tvey árini.
 
12.05.2024 - 10:48

Fleiri, sum flyta til Føroya nú, hava bústaðartilknýti her. 

1. apríl búðu 54.642 fólk í Føroyum, 0,8 prosent fleiri enn 1. apríl 2023.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men hann er minni nú, enn hann var. 

Frá 1. apríl í fjør til 1. apríl í ár er burðaravlopið 151 fólk og nettoflytingin 269 fólk. 

Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni, enn tey vóru frá 2022 til 2023.

Færri børn

Færri børn vera fødd nú.

Hagstovan arbeiðir nú við einum nýggjum hugtaki, sum eitur bústaðartilknýti. 

Tá fólk hava búð í Føroyum helvtina av sínum lívi ella í sjey av tíggju samanhangandi árum einaferð í lívinum, hava tey bústaðartilknýti til Føroya. 

Av teimum 420, sum løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið, høvdu 264, ella 63 prosent, bústaðartilknýti. 

Frá 2022 til 2023 vóru tey bara 25 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793