- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið søkir eftir journalistum
“Tað snýr seg um at veita rættar, neyvar og týðandi upplýsingar til Føroya fólk."
Samd/-ur? So halt endiliga fram at lesa!
Kringvarp Føroya søkir eftir journalistum til hesi størv:
* Fast fulltíðarstarv á Aktuelt-deildini
* Farloyvisstarv, eitt ár á Aktuelt-deildini fulla tíð
* Fyribils starv á Aktuelt-deildini árið út
Vit leita eftir fólki við journalistiskari útbúgving ella aðrari viðkomandi útbúgving. Royndir eru ein fyrimunur, men ert tú ein áhugaður eygleiðari, sum dugir at seta greið orð á og at spyrja kritiskt og nær, eigur tú at søkja uttan mun til arbeiðsroyndir.
Kringvarp Føroya virkar á trimum pallum: útvarp, sjónvarp og á kvf.fo, og tú skalt vænta at arbeiða á í minsta lagi tveimum. Tí skalt tú eisini duga føroyskt væl í skrift og talu.
Starvið
Størvini verða sett skjótast til ber. Øll trý størvini eru í útgangsstøðinum fulltíðarstørv, men annar brøkur kann avtalast.
Vit bjóða
* ein livandi og meiningsfullan arbeiðsdag
* eitt pláss í einum tøttum redaktionellum samstarvi
* eitt starv, har tú fært innlit í forvitnisligar partar av føroyska samfelagnum
Tú skalt
* vilja gera mun
* duga at arbeiða sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur
* hava høgt trúvirði og vera álítandi
* tola tíðartrýst og virða tíðarfreistir
* arbeiða í skiftandi vaktum og vera til reiðar at sleppa øllum, tá ið brátíðindi skulu út
Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum og arbeiðsuppgávunum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna í miðal.
Evstamark at søkja o.a.
Umsóknir til starvið skulu sendast til umsokn@kvf.fo. Evstamark at søkja er 3. juni 2024. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrina Petersen, tíðindaleiðara, telefon 296649, ella við at senda teldupost til katrinp@kvf.fo.