Sára Maria: Vit bæði grótu og flentu

Sára Maria: Vit bæði grótu og flentu
Føroyski rógvarin Sára Maria Johansen róði seg í dag til Olympisku leikirnar í summar saman við hinum á danska áttaranum. - Tað er ikki gingið upp fyri mær enn, sigur hon
Sára Maria Johansen (nr. 6 úr vinstru) skal rógva á Olympisku leikunum í París í summar
Mynd: Balint Czucz  
 
21.05.2024 - 20:04

Hon hevur droymt um Olympisku leikirnar í longri tíð, men nú nýtist henni ikki longur at droyma; Sára Maria Johansen kann í staðin byrja at gleða seg.

Tí saman við hinum kvinnunum á danska áttaranum, róði hon seg týsdagin til OL-pláss í París í summar. Danska manningin endaði á 2. plássi framman fyri bæði Kina og Týsklandi til Final Olympic & Paralympic Regatta í Lucerne í Sveis.

 - Tað er ikki heilt gingið upp fyri mær enn, viðgongur føroyski rógvarin.

 - Vit hava allar bæði grátið og flent, men kenslan kann ikki lýsast við orðum. Tað er meir enn bara fantastiskt, sigur Sára Maria Johansen.

 

Olympiski dreymurin

Sára Maria Johansen er kend úr føroyska róðrarumhvørvinum, har hon millum annað vann føroyameistaraheitið við Firvaldi hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Seinni hevur hon gjørt nógv við inniróður, og í fjør vann hon heimsmeistaraheitið á 2000 metrum. Tá hon flutti niður, byrjaði hon at rógva í skullara, og skjótt varð OL stóra málið hjá henni og hinum í danska áttaranum.

 - Tá venjarin fyri einum ári síðan spurdi meg, sum var heilt fesk í skullararógving, hvat mítt mál var, tordi eg ongantíð at nevna OL. Men síðan november, tá eg gjørdist partur av hesari verkætlanini, eru vit farnar hundrað prosent eftir OL, greiðir Sára Maria Johansen frá.

 - Vit hava eitt fantastiskt lið av gentum og ein frálíkan venjara, og vit hava trúð upp á tað allan vegin ígjøgnum, hóast oddsini ikki vóru góð, og nógv vóru, sum ikki trúðu upp á, at vit kundu, sigur føroyski rógvarin.

 

Hundrað prosent stríðsvilji

Danski áttarin legði hart út í róðrinum týsdagin, og kappingin var hørð allan teinin. Føroyingurin minnist annars ikki so nógv til smálutirnar í róðrinum sjálvum.

 - Men tá eini 700 metrar eru eftir, rópar róðurskvinnan, at "Vi skal til OL", og tað heldur hon á við, til vit koma um mállinjuna, sigur Sára Maria Johansen, sum viðgongur, at síðstu metrarnir ikki vóru "flottur kappróður, men hundrað prosent stríðsvilji".

 - Tað var so javnt við mállinjuna, at vit ikki vistu úrslitið, fyrr enn vit sóu donsku fjeppararnar flagga og rópa, at tað vóru vit, sum megnaðu tað. Sjálvt tá, trúði eg tí ikki, sigur Sára Maria Johansen, sum saman við Sverra Sandberg Nielsen skal umboða Føroyar á vatninum í París í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982

Meira um sama evni