Politiið: Samarittarnir skulu hava stórt rós

Politiið: Samarittarnir skulu hava stórt rós
- Samarittarnir, sum eru á Bátafestivalinum, skulu hava stórt rós fyri sítt ovurstóra arbeiði, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
26.05.2024 - 10:46

Fyrrapartin í gjár varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring oman fyri Vestmanna, og í gjárkvøldið var ein eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn.

Í báðum førum var blóðroynd tikin.

Nógv fólk var á Bátafestivalinum í Vestmanna, har politiið hjálpti onkrum á føtur aftur og legði ímillum í onkrum føri.

Eitt harðskapsmál er tó skrásett har, tá ið tveir mans vóru í hornatøkum og annar varð handtikin.

Tað málið verður kannað víðari.

Eisini var ein tikin fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

- Samarittarnir, sum eru á Bátafestivalinum, skulu hava stórt rós fyri sítt ovurstóra arbeiði, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Nakað av ófriði var í miðbýnum í Havn í gjárkvøldið, men politiið kom á staðið, og eingin illstøða spurdist burturúr.

Eisini í Norðurøkinum og Eysturoynni hava patrúljur koyrt fram við skeinkistøðunum, og hóast nógv fólk var í býnum, serliga í Klaksvík, var bara gott lag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136