Fleiri í snarskipanini í vár

Fleiri í snarskipanini í vár
Í fjør vóru 68 umsóknir í mars og apríl. Í ár vóru tær 78
Útlendingar brúka snarskipanina til at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
 
30.05.2024 - 07:11


166 brúktu snarskipanina, fast track, til at søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum til 1. mai í ár.

Tey vóru 179 til 1. mai í fjør.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, sum spurdi um mars og apríl í snarskipanini í ár og í fjør.

Í fjør vóru 68 umsóknir í mars og apríl.

Í ár vóru tær 78.

Óvanliga nógvar umsóknir vóru í februar í fjør, 79.

SIRI, Styrelsen for international rekrutering, veit ikki, hví so er.

Alt árið 2023 brúktu 404 fólk snarskipanina fyri fyrstu ferð.  

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at tað hevur verið nevnt, at arbeiðsgevarar møguliga hava fingið útlendingar, sum ikki eru í fakfelag, til Føroya at arbeiða beint fyri verkfallið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659