Djóraverndarlógin manglar leiðbeining um kettufellur

Djóraverndarlógin manglar leiðbeining um kettufellur
Kettuverndin kom fyri viku síðan fram á eitt groft dømi um djóramisrøkt
 
02.06.2024 - 16:12

Tá Kettuverndin fyri viku síðan kom fram á tvær kettufellur í Oyndarfirði, vóru tvær kettur og tveir nýlagdar kettlingar í - og uttan fyri - fellurnar. Tær høvdu tá sitið fastar í 12 dagar - uttan vátt ella turt. 

- Talan er um grova djóramisrøkt og lóggáva manglar á økinum, sigur Jóhanna M. Magnusardóttir, forkvinna í Kettuverndini.

 - Tá eg komi inn í hjallin, síggi eg tvær fellur við einari kettu í hvørjari fellu. Uttan fyri ta einu felluna liggur ein hálvdeyður, nýlagdur kettlingur, og ein annar hevði krógvað seg undir einum garði longri inni í hjallinum. Vit kannaðu kettlingin, sum var illa fyri. Hann var ikki deyður, men doyði nakrar tímar seinni.

Ketturnar hava helst ligið í fellunum í 12 dagar. Hetta kann metast út frá, at kettlingarnir eru lagdir inni í hjallinum, og tað sæst á aldrinum á teimum. Tí kann væntast, at kettan varð komin í felluni sama dag, sum hon hevði lagt kettlingarnar.

Men ongin leiðbeining er á økinum í føroysku lóggávuni um djóravernd, sum kann forða fyri, at kettur sita í dagar ella upp í vikur fastar í kettufellum.

Samanborið við donsku lóggávuna stendur, at hyggjast skal til kettufellur 3. hvønn tíma.

Viðkomandi, sum hevði sett tær báðar fellurnar upp, er nú meldaður til løgregluna.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232