Havsbrún fingið góðkenning til at koyra grót á sjógv

Havsbrún fingið góðkenning til at koyra grót á sjógv
Ætlanin er at víðka verandi bryggju í Fuglafirði 10.000 fermetrar út frá verandi bryggju
Havsbrún skal byggja út, millum annað koma 300 metrar av kaikanti aftrat.
 
03.06.2024 - 06:13

Havsbrún hevur fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvøvisstovuni til at fylla grót á sjógv í sambandi við, at havnarlagið í Fuglafirði skal byggjast út.

Ætlanin er at víðka verandi bryggju í Fuglafirði 10.000 fermetrar út frá verandi bryggju.

Til hesa útfyllingina skulu brúkast 230.000 rúmmetrar av gróti. 

Nýggja havnarøkið skal brúkast til tvær størri goymslur og 300 metrar av nýggjum kaikanti. 

Grótið til útfyllingina kemur úr frysti- og goymslutunlum, sum Havsbrún og Bergfrost ætla at gera í Fuglafirði.

Avgerðin um umhvørvisgóðkenningina kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum í seinasta lagi 27. juni. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221