- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framleiðslan vaks fýra prosent fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar
Framleiðslan vaks fýra prosent fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar
Oljuverkini stóðu fyri 47 prosentum av streyminum. Góða summarið gjørdi, at lítil vatnorku og vindorka var

Vatnorka og vindorka stóðu fyri 51 prosentum av framleiðsluni hjá Sev.
30.10.2026 - 09:39
Streymframleiðslan hjá Sev vaks góð fýra prosent frá 1. januar til 30. september í ár samanborið við somu tíð í fjør.
Oljuverkini stóðu fyri 47 prosentum, vindorkan 31, vatnorkan 20, og biogass, sólorka og sjóvarfalsorka gjørdu tvey prosent av streyminum, skrivar Sev.
Góða summarið gjørdi, at lítil vatnorku og vindorka var.
74 prosent burðardygt
Men í september komu góð 74 prosent av streyminum frá burðardyggum orkukeldum.
Sólorkan hevur vundið nógv uppá seg, sigur Sev.
Hon svarar nú til 130 tons av olju.
Í løtuni eru 134 sólorkuverk í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























