Støðan í Gaza verður verri dag fyri dag

Støðan í Gaza verður verri dag fyri dag
Tað sigur dagligi leiðarin í Reyða Krossi Føroyar
Rafah.
Mynd: Ritzau/Scanpix.  
 
04.06.2024 - 11:38

Í løtuni heldur restin av heiminum ondina, meðan ísraelska stjórnin og Hamas gera av, um partarnir vilja taka av uppskotinum um vápnahvíld, sum amerikanarar standa fyri.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, legði uppskotið fram í síðstu viku, har lagt verður upp til at byrja við eini seks viku vápnahvíld. Síðani skulu onnur ting fremjast í verki, so sum neyðhjálp til Gaza, ísraelsku gíslarnir skulu leyslatast og til endan skal ein loysn fyri varandi vápnahvíld finnast.

Og meðan tað verður kjakast aftur og fram, hvørt partarnir skulu taka av hesi vápnahvíldini, halda ísraelsku luftálopini á Gaza fram.

Í býnum Rafah vóru túsundtals palestinar flýddir fyri at finna friðskjól, tí har vóru sokallaðar "safe zones" - Flóttafólkalegur, har tað var trygt at vera fyri álopum. Men í farnu viku raktu ísraelskar rakettir eina teltlegu uttan fyri Rafah. Sambært palestinskum heilsumyndugleikum, sum Hamas stýrir, lótu í minsta lagi 45 sivilfólk lív og fleiri hundrað vóru særd. 

Ísrael sigur, at talan var um eitt syrgiligt óhapp, og at ætlanin var at raka tveir Hamas-limir, sum goymdu seg í Rafah.

Í Rafah er støðan langt frá haldbar fyri flóttafólkini. Flestu familjurnar flýggja nú til onnur støð í Gaza, eitt nú til býin Khan Younis. 

 

 

Sigrið Zachariasen er dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroyar. Hon greiðir soleiðis frá um lívið í Gaza beint nú:

 

Sigrid_Zachariassen_030624

 

Fleiri enn 36.000 fólk hava latið lív í Gaza, síðani stríðið millum Hamas og Ísrael byrjaði 7. oktober í fjør, tá vápnaðir menn frá Hamas tóku seg inn í Ísrael, drupu 1200 ísraelar og tóku 252 gíslar við sær aftur til Gaza. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162