NSÍ sendi KÍ úr steypakappingini

NSÍ sendi KÍ úr steypakappingini
Við tveimum málum frá Juliu Naomi Mortensen og einum frá Heidi Sevdal sendi NSÍ klaksvíkingar úr steypakappingini. B36, HB og Víkingur vera eisini í hálvfinalupottinum
Steypavinnararnir í 2023, NSÍ, sendu KÍ út úr ársins útgávu av kappingini í gjár
 
13.06.2024 - 09:07

Julia Naomi Mortensen skeyt tvey mál og Heidi Sevdal eitt, tá NSÍ vann 3-1 og sendi KÍ úr steypakappingini í gjár.

B36, HB og Víkingur vunnu øll sannførandi og vera í hálvfinalupottinum saman við runavíkingum.

NSÍ fekk frálíka byrjan við Løkin í Runavík, har Julia Naomi Mortensen skoraði longu í 3. minutti. Hon var aftur upp á spæl miðskeiðis í hálvleikinum, og so var 2-0 til heimaliðið. 

Sólja Ernstdóttir minkaði um munin tíðliga í seinna hálvleiki, men NSÍ helt fast, og Heidi Sevdal tryggjaði teimum sigurin, tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Sannførandi sigrar aðrastaðni

Hinar fjórðingsfinalurnar háttaðu seg, sum væntað frammanundan. B36 vann 3-0 á TB/FCS/Royn, Víkingur vann 12-0 á kvinnunum úr Hoyvík, og HB sendi Skála aftur ígjøgnum tunnilin við 6-0 tapi.

Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða leiktar 27. august og tær seinnu 25. september. Finalan verður spæld 5. oktober.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083