Ógreitt hvussu nógv tað kostar at yvirtaka loftrúmið

Ógreitt hvussu nógv tað kostar at yvirtaka loftrúmið
Danski ferðslumálaráðharrin hevur svarað fyrispurningi frá føroyanevndini í fólkatinginum
Landsstýrið segði í 2022, at yvirtøkan fer at kosta Føroyum átta milliónir krónur um árið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.07.2024 - 10:07

Ikki ber til at siga, hvussu nógv tað fer at kosta Føroyum at yvirtaka loftrúmið.

Tað er niðurstøðan hjá føroyska-danska arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt eina drúgva frágreiðing - hon er 79 síður - um yvirtøkuna.

Í nógv ár hevur verið tosað um at yvirtaka loftrúmið.

Og nógvir dagar eru settir á yvirtøkuna.

Teir nýggjastu eru 1. januar 2025 og í seinasta lagi 1. januar 2026.

Landsstýrið segði í 2022, at yvirtøkan fer at kosta Føroyum átta milliónir krónur um árið.

Men inntøkurnar eru nógv størri enn tað, sigur landsstýrið, millum 70 og 270 mió. kr. um árið, var sagt tá, í 2022.

 

Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharri. (Mynd: Vinstriflokkurin)

 

Svar frá ferðslumálaráðharranum

Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharri, hevur svarað fyrispurningi frá føroyanevndini í fólkatinginum og Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu, um yvirtøkuna.

Saman við svarinum er frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum.

Hon er á heimasíðuni hjá føroyanevndini í fólkatinginum.

Thomas Danielsen sigur, at í frágreiðingini eru upplýsingar um tað, Anna Falkenberg og føroyanevndin spyrja um.

Hann sigur eisini, at Trafikstyrelsen fer at leggja frágreiðingina á sína heimasíðu í summar.

Anna Falkenberg sigur, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur sagt í løgtinginum, at semja er millum stjórnina og landsstýrið um yvirtøkuna.

Lógaruppskotið um yvirtøkuna skal koma í løgtingið í heyst.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329