ES revsar kinesiskar el-bilar við eykatolli

ES revsar kinesiskar el-bilar við eykatolli
Stigið verður tikið til tess at verja evropiska bilídnaðin og arbeiðspláss, sigur ES-nevndin
ES heldur, at kinesiskir el-bilar eru ein hóttan, og nú verður eykatollur lagdur á teir. (Savnsmynd: FDM)
 
04.07.2024 - 13:00

ES setur fyribils toll á kinesiskar el-bilar. 

Nýggi tollurin er úr 17,4 upp í 37,6 prosent, og kemur aftrat teimum 10 prosentunum, sum eru í dag. 

Tollurin kemur í gildi í morgin.

17,4 prosent í revsitolli verða løgd á felagið BYD, 19,9 prosent á Geely, sum eigur Volvo, og 37,6 prosent á felagið Saic, sum kinesiski staturin eigur.

ES-nevndin stúrir ikki fyri, at el-bilar gerast dýrari, og at hetta seinkar grøna orkuskiftinum. 

 

Verja evropiska bilídnaðin

- Tað snýr seg um at verja evropska bilídnaðin og arbeiðspláss, og tað gera vit á henda hátt, sigur ES-nevndin.

Nevndin leggur dent á, at el-bilaídnaðurin í Kina hevur inntøkur frá 'órættvísum stuðli' frá kinesiskum myndugleikum, og tað kann skaða framleiðarar í ES-londum.

Samrøður hava leingi verið millum umboð fyri ES og Kina, og tær halda fram, til seint í oktober, sigur ES-nevndin.

Taka ES-londini undir við varandi revsitolli á kinesiskar el-bilar, verður revsitollurin galdandi í fimm ár.

 

Fara at tryggja kinesisk áhugamál

ES-nevndarlimurin í handilsmálum, Valdis Dombrovskis, sigur, at hann væntar ikki, at Kina fer at svara aftur.

Kinesiskir myndugleikar siga, at teir 'fara at brúka allar møguleikar fyri at tryggja kinesisk áhugamál', skrivar Reuters.

Revsitollurin skal krevjast sum eitt slag av bankatrygd, sum skal rindast, tá ið møgulig semja verður um málið í oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493