Føroyar fingu lønt Montenegro aftur

Føroyar fingu lønt Montenegro aftur
Føroysku fótbóltskvinnurnar løntu Montenegro aftir fyri fleiri tap seinastu árini, tá tær við málum frá Heidi Sevdal og Jensu Tórálvsdóttir vunnu 2-1 á Tórsvølli
Gleðin var stór í føroysku leguni eftir sigurin í EM-undankappingardystinum ímóti Montenegro
Mynd: Fótbóltssamband Føroya  
 
12.07.2024 - 20:00

Tær høvdu tosað um hevnd, og tað var júst tað, bestu føroysku fótbóltskvinnurnar fingu, tá tær vunnu 2-1 á Montenegro í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.

Heidi Sevdal legði Føroyar framum tíðliga, og eftir útjavnandi mál frá gestunum, avgjørdi Jensa Tórálvsdóttir dystin við langskotið úr eini 30 metrum.

 

Hevndu trý tap á rað

Montenegro hevði vunnið tríggjar ferðir á rað á Føroyum seinastu tvey árini, og tá liðini hittust í Podgorica í apríl, endaði tað við 5-1 ósigri.

Tí høvdu føroyingarnir okkurt at løna gestunum aftur, og tað sást mestsum frá fyrsta bríksli. Heidi Sevdal og Ásla Johannesen, sum spældu á fremstu plássunum, eltu hvønn bólt og stressaðu mótstøðuliðið nógv.

Eftir fleiri vandamikil hornaspørk á rað lá eitt føroyskt mál í luftini, og tað kom í 19. minutti. Eitt innlegg varð sent innfyri úr høgru síðu, og tá bólturin endaði fyri fótunum á aldursforsetanum, Heidi Sevdal, ivaðist hon ikki, og sendi bóltin upp í handara horn av brotsteigarmarkinum.

Armisa Kuć, sum skoraði tvey mál í Podgorica, varð væl ansað av føroysku verjuni, men hon fekk kortini javnað bert tríggjar minuttir seinni, tá hon var fyrst á einum leysum bólti eftir horna.

Føroyingarnir fullu als ikki í fátt av hesum - heldur hinvegin, og tað gav úrslit, tá 32 minuttir vóru spældir. Jensa Tórálvsdóttir, sum spældi vinstrumegin, dróg inn eftir og smekkaði so til frá 30 metrum. Málverjin, Anastasija Krstović, rakk ikki upp eftir harða skotinum, og so var 2-1.

 

240712_FO_MONTENEGRO_FB

 

Hildu fast eftir steðgin

Nú kundi roknast við, at útiliðið, sum kappaðist við Grikkaland um fyrsta plássið í bólkinum, fór at leggja nógv fyri, men í roynd og veru varð sjáldan vandi á ferð, tað ið eftir var av dystinum. 

Liðskiparin, Sladjana Bulatović, hevði eitt kanónskot á tvørtræið beint fyri steðgin, og Valborg Østerø stórbjargaði í seinna hálvleiki, tá Kuć gjørdist leys, men annars hevði føroyska liðið tamarhald á tí mesta.

Eisini kundu tær havt økt, og serliga innskifta Petra Hoydal kundi havt skorað, tá hon varð spæld leys av væl spælandi Áslu Johannesen. Anastasija Krstović var tó skjót út ímóti og bjargaði skotinum.

Síðstu løtuna fingu Føroyar bóltin fram í hornið og hildu honum har til seinasta bríks. Spælarar og venjarar tustu inn á vøllin og kundu fegnast um ein flottan og uppibornan sigur. Ein hin besta hjá føroyska landsliðnum við kvinnum yvirhøvur.

 

Tórsvøllur (EM-undankapping)

Føroyar - Montenegro, 2-1 (2-1)
1-0 Heidi Sevdal, 19 min.
1-1 Armisa Kuć, 22 min.
2-1 Jensa Tórálvsdóttir, 32 min.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139