Líkskurður av deyða manninum verður í dag

Líkskurður av deyða manninum verður í dag
Serkønt fólk er komið úr Danmark, og líkið var ikki flutt av staðnum, fyrr enn líkskoðan hevði verið í gjárkvøldið
Deyði maðurin var funnin í einari veit aftan fyri eitt transformatorhús norðan fyri Landsbókasavnið fyrrapartin í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.07.2024 - 08:47

Klokkan tíggju verður líkskurður á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at ein maður var funnin deyður norðan fyri Landsbókasavnið fyrrapartin í gjár.

Maðurin, sum var úr Havn og síðst í trýssunum, var funnin í einari veit aftan fyri eitt transformatorhús.

Hann var funnin, tí leitað var eftir honum. Familja hansara hevði boðað løgregluni frá, at hann var horvin.

Heri Andreasen, varapolitiinspektørur, heitti í gjár á fólk, sum kunnu hava sæð okkurt, ella sum vita okkurt, sum kann hava samband við málið, um at venda sær til løgregluna.

Tað hevur eingin gjørt, sigur hann í morgun.

 

Líkið var ikki flutt av staðnum, fyrr enn líkskoðan hevði verið í gjárkvøldið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fleiri skulu avhoyrast

Men løgreglan hevur havt nógvar avhoyringar, og nakrar eru eftir enn.

Líkskoðan var gjørd á staðnum í gjárkvøldið, tá serkønt fólk var komið úr Danmark til tess.

Ikki fyrr enn hon var liðug, var líkið flutt av staðnum.

Sambært Hera Andreasen eru eingir skaðar at síggja á líkinum.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155