Nú er skotið ígjøgnum til Fámjins

Nú er skotið ígjøgnum til Fámjins
Elsti maðurin í bygdini læt seinasta skotið av
So fór seinasta skotið í bergholinum.
Mynd: Mathias Dimon Næs  
 
18.07.2024 - 15:05

Nú er skotið ígjøgnum til Fámjins.

Fyri løtu síðani var seinasta skotið latið av í Fámjinstunlinum. 

89 ár gamli Svend Joensen, sum elsti maður í Fámjin, trýsti á knøttin fyri at skjóta seinasta skotið.

- Hetta er ein stórur dagur fyri Fámjin, sigur Svend Joensen:

 

Svend_Joensen

 

Nógvir trupulleikar

Fyrsta skotið í bergholinum var 16. november í 2022, men nógvir trupulleikar hava verið við arbeiðnum,  sum er nógv seinkað, tí tilfarið í fjallinum er so vánaligt.

Hevði alt gingið sum ætlað, hevði longu verið koyrandi í bergholinum, men nú verður tað ikki fyrr enn í apríl næsta ár. Bergholið er 1200 metrar.

Men fámjingar fegnast um, at tað nú er skotið ígjøgnum.

Annika Repond Sørensen hitti Andrias Sundberg og Mariu Joensen:

 

18072024_Famjinstunnil

 

 

Myndir: Mathias Dimon Næs

 

Elsti maður í Fámjin, Svend Joensen, riggar til at skjóta seinasta skotið.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522