Terminalurin dýrkar

Terminalurin dýrkar
Nýggi terminalurin á Molanum, sum Tórshavnar Havn og Smyril Line byggja í felag, dýrkar munandi. Meirkostnaðurin fyri Tórshavnar Kommunu verður 24 milliónir krónur
17.11.2026 - 19:35

Talan er um eitt samstarv millum Smyril Line - sum fær nýtt høvuðssæti og pakkhús - og Tórshavnar Havn, sum fær ferðafólkaterminal, landgongd og eitt nýgjørt øki kring terminalin.

Táverandi borgarstjóri, Heðin Mortensen, segði við útvarpið 19.mai 2024, at parturin hjá kommununi kostar 140 milliónir krónur, alt íroknað.

Men nú hava Smyril Line og høvuðsstaðarkommunan gjørt avtalu um, at kommunan rindar góðar 24 milliónir afturat teimum 140 milliónunum, og tí er samlaða rokningin til Tórshavnar Kommunu nú 164 milliónir.

Meirilutin í Havnanevndini hjá Tórshavnar býráð tekur undir við at játta pengarnar, men málið skal eisini góðkennast í fíggjarnevndini og av býráðnum.

Elsa Berg, borgarstjóri, upplýsir fyri Kringvarpinum, at málið bleiv ikki avgreitt á fíggjarnevndarfundi í dag. Málið er ikki liðugt upplýst, sigur hon. Eisini er ivasamt, um málið kemur fyri á býráðsfundinum hóskvøldið. 

 

Jens Meinhard Rasmussen sigur við Dag & Viku í kvøld, at teirra partur av meirkostnaðinum er áleið tann sami sum hjá kommununi. Stjórin í Smyril Line vil ikki nevna tøl - men teirra samlaða rokning er eisini áleið tann sama sum hjá kommununi. Tað merkir, at terminalurin og økið rundanum kemur uppá umleið 330 milliónir.

-Kemur nakað afturat, so hava vit bundið okkum til at gjalda tað, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Upprunaliga skuldi terminalurin vera liðugur í summar. Nú er málið at taka hann í nýtslu í mars næsta ár. 

Heðin Mortensen, formaður í Havnanevndini í Tórshavnar Býráð, var gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442