Skjóta seinasta skotið í dag

Skjóta seinasta skotið í dag
Elsti maður í Fámjin, Svend Joensen, trýstir á knøttin
Bergholið til Fámjins er 1200 metrar. (Savnsmynd: Landsverk)
 
18.07.2024 - 08:19

Í dag verður seinasta skotið latið av í bergholinum til Fámjins.

Landsverk skipar fyri almennari hátíðarløtu við bergholsmunnan í Fámjin klokkan tvey.

Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki, bjóðar vælkomin og síðani heldur Dennis Holm, landstýrismaður, røðu. 

Eftir hetta fara Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, og Sigtór A. Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, sum ger bergholið, at siga nøkur orð. 

Eftir røðurnar fer Svend Joensen, elsti maður í Fámjin, at trýsta á knøttin fyri at skjóta seinasta skotið. 

 

Fyrsta skotið í bergholinum var latið 16. november í 2022. 

 

Steingja vegin 

Vegurin millum Ørðavík og Fámjin verður stongdur millum klokkan tvey og trý, og tað ber ikki til at seta bilar fram við landsvegnum

Landsverk heitir tí á fólk um at koyra til Fámjins, haðani bussar koyra fólk niðan til bergholsmunnan frá klokkan eitt korter til tvey og oman aftur í bygdina, eftir at skotið er.

Fyrsta skotið var 16. november í 2022.

Bergholið er 1.200 metrar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025