Sára Maria: Grótu gleðistár hóast tær endaðu aftast

Sára Maria: Grótu gleðistár hóast tær endaðu aftast
- Hetta er risastórt. Tárini hava runnið, síðan vit komu úr bátinum, og tað eru gleðistár, segði Sára Maria Johansen, hóast OL-áttarin endaði aftast í innleiðandi umfarinum
Sára Maria Johansen og hinar í danska OL-áttaranum mátti taka til takkar við aftasta plássi í innleiðandi róðrinum í dag
Mynd: Jakob Melgaard  
 
29.07.2024 - 12:29

Danska OL-áttarin við Sáru Mariu Johansen umborð endaði væl og virðiliga aftast í innleiðandi umfarinum, sum var í París fyrrapartin.

Nýggja manningin megnaði ikki at fylgja við Bretlandi, Avstralia og Kanada, sum lógu umleið 20 sekund frammanfyri danska bátin.

Kortini var tað ein fegin og takksamur føroyskur rógvari, sum kom úr bátinum eftir róðurin.

 - Hetta er risastórt. Tað verður ikki størri. Tárini hava runnið, síðan vit komu úr bátinum, og tað eru gleðistár, segði Sára Maria Johansen við Jakob Melgaard, meðan hon turkaði tár av andlitinum.

Men tit endaðu aftastar. Hví gleðast tit kortini?

 - Nógv adrenalin og nógvur spenningur hevur bygt seg upp , og nú eru vit her mitt í tí. Eg hálsfevni Claru, sum situr aftanfyri meg og er úr sama felagi og sigi við hana: "Eg eri so glað fyri at gera hetta saman við tær", og so grætur hon eisini. Hetta eru góð tár. Ja, vit enda aftastar, og vit hava nógv at arbeiða við, men tað er gott. Vit endaðu eisini aftastar til OL-kvalifikatiónina, og beint eftir róðu vit ein frálíkan róður, og tað kunnu vit eisini gera nú, segði Sára Maria Johansen.

 

Eru olympisk ítróttafólk

Tað var ikki óvæntað, at danski báturin fekk ein torføran róður. Verkætlanin byrjaði av álvara í november í fjør, og báturin varð ikki endaliga mannaður fyrrenn í mars í fjør. 

Sára Maria Johansen og tær róðu teinin upp á 06:39.30, meðan Bretland vann riðilin við tíðini 06:16.20. Danski áttarin fær ein kjans at rógva seg í finaluna afturat í uppsamlingsriðlinum, sum verður hósdagin.

Hvussu víkir og vendir, er føroyingurin nú olympiskt ítróttafólk, og hon sigur soleiðis um løtuna beint fyri starskotið.

 - Tú hevur hundrað prosent adrenalin í kroppinum, og hóast tú ert nervøs og spent, so hevur tú kortini ró í kroppinum. "Tá hetta er liðugt um seks minuttir, kann eg kalla meg olympiskt ítróttafólk. Tað kann eingin taka frá mær." 

Manst tú hava fingið nógv boð á telefonina?

 - Nú fari eg aftur at gráta, tí tað vænti eg heilt sikkurt. Tað eru nógv har heima, sum hava skrivað til mín, og eg vóni, at fleiri fylgja við, segði Sára Maria Johansen við Jakob Melgaard.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221