Sverri Sandberg Nielsen: Eg mátti seta meir ferð á

Sverri Sandberg Nielsen: Eg mátti seta meir ferð á
- Eg mátti taka meg saman síðstu 1000 metrarnar fyri at vera vísur í at koma víðari, segði Sverri Sandberg Nielsen eftir at hálvfinaluplássið var tryggjað
Sverri Sandberg Nielsen fer um mállinjuna á 2. plássi eftir harða fjórðingsfinalu
Mynd: Ebrahim Noroozi/AP/Ritzau Scanpix  
 
30.07.2024 - 11:21

 - Eg var ikki supernervøsur ella nakað.

Tað segði Sverri Sandberg Nielsen eftir spennandi OL-fjórðingsfinaluna í einskullara, har hann við einum 2. plássi tryggjaði sær pláss í hálvfinalunum hósdagin.

 - Men eg kendi á mær, at eg mátti taka meg saman síðstu 1000 metrarnar fyri at vera vísur í at koma víðari, segði miðvingurin við Jakob Melgaard.

Tað var hørð kapping um plássini aftanfyri nýsælendingin Thomas Mackintosh fyrstu 1000 metrarnar, og Sverri Sandberg Nielsen kappaðist við Bruno Cetraro Berriolo úr Uruguay og brasiliumannin Lucas Verthein Ferreira.

 - Tað gekk ikki heilt, sum tað skuldi, og eg hevði kensluna av, at eg ikki hevði tak á vatninum, men tað gjørdi kanska, at eg hevði meira at skjóta við seinni, segði føroyski rógvarin.

 - At eg megnaði at gera júst tað, eri eg glaður fyri.

Miðvingurin endaði frammanfyri báðar suðuramerikanararnar og endaði á 2. plássi við tíðini 06:49.69 umleið hálvt annað sekund aftanfyri nýsælendingin.

 

Ryggurin hevur tað gott

Ryggskaðin, sum Sverri Sandberg Nielsen fekk á venjingarlegu stutt fyri OL, darvar ikki longur.

 - Eg eri framvegis eymur, tá eg fari upp um morgunin, men eg kendi einki til tað undir upphitingini og heldur ikki undir sjálvum róðrinum, segði miðvingurin.

 - Eg kendi meg tryggan, og kundi rógva sum vanligt uttan at hugsa um skaðan.


Tað gekk ikki eftir vild fyrstu 1000 metrarnar, og føroyski rógvarin helt ikki, at hann fekk nóg nógva ferð burturúr innsatsinum. MYND: Lindsey Wasson/AP/Ritzau Scanpix

 

Kappingin harðnar

Og tað er eisini neyðugt, tí føroyingurin kennir á sær, at kappingin er harðna munandi, og at tað verður ein hørð hálvfinala hósdagin.

Fleiri av vinnaratíðunum í hinum riðlunum lógu um 6 minuttir og 49 sekund, men í riðli tvey róðu Oliver Zeidler teinin upp á 06:45.32, meðan belgiarin og rumenin høvdu 06:46.26 og 06:46.32 á ávikavist 2. og 3. plássi.

 - Kappingin er hørð nú, og ein góður róður krevst, um eg skal víðari úr hálvfinaluni, men eg fari at gera mítt ítasta fyri at raka mítt hægsta stig, og so fáa vit at síggja, um tað røkkur, segði Sverri Sandberg Nielsen.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345